Talan er um eini hugnalig sethús í trimum hæddum, ið hava góða og barnavinaliga staðseting í bygdini. Stykkið er stórt og útsýnið er sera gott.
Miðhæddin er innrættað við duri, gongd við trappu, stovu, køki, tveimum kømurum, baðirúmi og goymslurúmi við atgongd niður til kjallarahædd. Ovasta hæddin er innrættað við gongd og fýra kømurum. Niðasta hæddin er ikki innrættað.
Eisini er hjallur á miðhæddini, ein terrassa sunnanfyri húsini og egið parkeringspláss.
Ognin hevur í síni tíð verið býtt sundir í tríggjar matriklar/grundøkir, men er nú eitt samlað grundøki við eini vídd á 1667 m2.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.