Talan er um eini hugnalig sethús á Glyvrum, ið eru í tveimum hæddum og hava góðan hava við terrassu.
Í ovaru hæddini eru gongd, kamar, køkur og stova í einum, hjúnarkamar, baðirúm og kamar. Í niðaru hæddini eru trý kjallararúm.
Pláss er fyri einum bili. Sera stutt er til handils og skjótt er at leggja leiðina til miðbýarøki.
Húsini eru dagførd, serliga ovara hæddin har m.a. vindeygu og klædningur eru skift, bjálvað er av nýggjum, eins og tað mesta av el-inum er skift. Eisini er baðirúmið umvælt og gólvið í køki/stovu og gongini er pussað.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.