Talan er um eini eldri sethús á Glyvrum, ið standa á einum stórum grundøki.
Húsini treingja til størri ábøtur innan, og tískil er talan um eitt sokallað handverkaratilboð, har ein hevur møguleikan at seta sín egna dám á ognina.
Ognin er uml. 5x10 m til støddar og er í trimum hæddum, har ovasta hæddin hevur skráveggir.
Av teirri orsøk, at eingin húsaskoðan fyriliggur, er sera umráðandi, at áhugaður keypari kannar ognina saman við einum byggikønum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.