Talan er um eini hugnalig sethús í tveimum hæddum, ið standa í einum barnavinarligum og náttúruvøkum umhvørvi á Glyvrum og hava sera gott útsýni yvir fjørðin og landslagið.
Í ovaru hæddini eru durur, gongd, køkur og stova í einum, gongd við trappu niður, hjúnarkamar, kamar,baðirúm og eitt rúm. Í niðaru hæddini eru køkur, stova við trappu uppá, stova við hurð út í havan, gongd/fýrrúm, baðirúm og kamar.
Runt húsini eru terassa, hjallur og stórt grundøki, ið er heili 1.397 m2 til víddar.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.