Talan er um sethús í tveimum hæddum, ið standa væl fyri í bygdini í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi. Stutt er oman til sjóvarmálan og útsýnið er gott.
Í ovaru hæddini eru inngongd, gongd, vesi, køkur, stova við atgongd út á altan, trý kømur, baðirúm og trappugongd, umframt ein hjallur. Í niðaru hæddini eru fýrrúm/vaskirúm, stórt óinnrættað kjallararúm og innbygt bilhús.
Rundan um húsini eru garður og grasvøllur.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.