Talan er um eini nýggjari sethús í tveimum hæddum, sum hava eina góða staðseting við blindveg í barnavinarligum øki. Húsini hava eitt frálíka vakurt útsýni yvir bygdina og fjørðin.
Húsini hava serstakliga vakurt og hugnaligt útiøki, har tað eru fleiri sólkrókar, útigólv, og havi. M.a. hevur ognin nakað so serstakt sum eitt uttandura akvarium við fiskum í.
Eisini hevur ognin góð parkeringsviðurskifti.
Ovara hæddin er innrættað við gongd, hjúnakamari, barnakamari, baðirúmi, køki, grovkøki og stórari stovu við útgongd út á altan.
Niðara hæddin er innrættað við inngongd, gongd, kamari/stovu, kamari, baðirúmi, duri, og inngongd frá bilhúsi. Eisini er innrættað soleiðis, at tað kann gerast ein íbúð í niðaru hæddini.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.