Sethús, Handan Á 4, Mykines

Talan er um eini avbera hugnalig hús í Mykinesi, ið eru bygd og innrættað í eldri sniði. Útsjóndin á húsunum er serstakt føroyskt við flagtaki, hvítum sprossavindeyðum, svørtum timburklædningi og hvíttmálaðari grótgrund við grønari úthurð.

 

Húsini eru í trimum hæddum og hava 3 kømur, har tað í núverandi løtu er pláss fyri 8 fólki at sova. Í niðastu hæddini er høli / gildissalur, har tað er pláss at hava upp móti 30 fólki sitandi.

 

Húsini eru innrættaði soleiðis:

Í miðhæddini eru durur, baðirúm, gongd, køkur, stova og eitt kamar. Í ovastu hæddini eru tvey kømur og eitt kamar, har trappuuppgongdin er. Í niðastu hæddini eru inngongd, rúmligt høli / gildissalur og køkur.

 

Í Mykinesi er sera náttúruvakurt og frítt, og eitt ríkt fuglalív er á oynni.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredsson Olsen
Jákup Alfredsson OlsenOgnarseljari
234 404jakup@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.