Talan er um eini hugnalig og snøgg sethús við frálíkum útsýni yvir Skálafjørðin og havnarøkið.
Húsini eru í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini er gongd / durur, køkur / stova í einum, baðirúm, tvey kømur og trappa til niðaru hæddina. Í niðaru hæddini er eitt óinnrættað rúm, vaskirúm og kjallararúm við oljufýringi, har atgongd eisini er til stóru terassuna. Á terassuni er hitapottur og ein hugnakrókur, sum er undir taki.
Runt húsið er snotiligur garður og pláss er fyri fýra bilum.
Húsini standa sera væl fyri í miðstaðarøkinum í Runavíkar kommunu. Stutt er til allar hentleikar.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.