Seld

Sethús, Heiðavegur 76, Saltangará

Talan er um eini rúmlig og væl innrættaði sethús í tveimum hæddum, ið m.a. hava hugnaligan urtagarð, fríttstandandi bilhús og eina sjálvstøðuga íbúð í parti av niðaru hæddini.

Í ovaru hæddini er gongd, køkur, stova við atgongd út á altan, baðirúm og trý kømur, umframt hjallur. Í niðaru hæddini er gongd, rúm, teknikrúm og íbúð, ið er innrættað við gongd, køki, stovu, baðirúmi og kamari.

Rundan um húsini er havi við grasfløtu og góðum møguleikum at njóta útilívið. Harumframt er bilhús og pláss fyri tveimum bilum í túninum.

Sethúsini standa í einum friðarligum, barnavinarligum og veðurgóðum sethúsaøki í góðum grannalagi. Ognin hóskar væl til stóru familjuna, fleiri ættarlið ella tey, sum ynskja møguleika at leiga út. Staðsetingin er sentral í Runavíkar kommunu, nær við dagstovn, skúla, ítróttarøkið, handlar og mangt annað.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredsson Olsen

Jákup Alfredsson Olsen

Ognarseljari

234 404

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.