Talan er um eini snøgg arkitektteknaði sethús við góðum útsýni, ið hava ein hugnaligan urtagarð, standa væl fyri miðskeiðis í býnum og hava íbúð í niðastu hæddini.
Í miðhæddini eru durur, trappugongd, køkur, stova við atgongd út á altan, baðirúm og hjallur. Í ovastu hæddini eru trappugongd, fimm kømur og baðirúm. Í niðastu hæddini eru trappugongd og vaski- / fýrrúm, umframt íbúð við duri, stovu, køki, kamari og baðirúmi.
Rundan um húsini er garður, flísalagt tún, terrassa og grasfløta við trøðum.
Húsini standa í einum friðarligum umhvørvi, og stutt er til flestallar hentleikar í býnum, so sum plantaguna, ítrottarøkið í Gundadali og miðbýin.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.