Ognin, ið er í trimum hæddum, er staðsett í hugnaligu og søguligu bygdini Sandvík.
Stutt er at spáka sær oman til sjóvarmálan og stóru sandstrondina, umframt at útsýnið er framúr gott.
Ognin er soleiðis innrættað: Í ovastu hæddini eru trappugongd, alrúm og tvey kømur. Í miðhæddini eru durur/gongd, trappugongd, stova, køkur, baðirúm, tvey kømur og hjallur. Í kjallaranum er kjallari og fýrrúm/vaskirúm.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.