Talan er um eini dámlig sethús í trimum hæddum, sum eru dagførd leypandi og verða hitaði við luft/vatn hitapumpu. Húsini hava eina góða staðseting í Sandsbygd, har stutt er til alskyns hentleikar.
Í miðhæddini er durur, trappugongd, køkur / stova við atgongd út á innilokaða altan og kamar við atgongd til baðirúm. Í ovastu hæddini er trappugongd, tvey kømur, baðirúm og klædnarúm. Í niðastu hæddini er durur, trappugongd, kamar, kamar / kontór, baðirúm, kjallari og bilhús.
Rundan um húsini er havi, hjallur, seyðahús og tún, ið hevur pláss er fyri fleiri bilum.
Harumframt hoyra 1 gyllin og 3 skinn í einum uttangarðsluti í Eldingshaga til ognina.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.