Sethús, Heygavegur 61, Klaksvík

Stór og góð sethús, sum standa í barnavinarligum umhvørvi tætt við skúla og miðbýin. Góður møguleiki er at gera íbúð í niðaru hæddini.

Húsini eru í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini eru  køkur, stór stova, trý kømur, baðirúm, trappugongd og gongd. Í niðaru hæddini eru baðirúm, goymslurúm, fýrrúm og hjallur. Niðara hæddin er innilokað og partvíst innrættað, og er tí góður møguleiki fyri aftur at gera eina íbúð t.d. stóra stovu, trý kømur og køk, tí el, hiti, vatn og kloak er klárt.

Runt húsini er snøgt við garði, grasfløtu og runnum. Harafturat er bilhús og tvey parkeringspláss.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredson Olsen
Jákup Alfredson Olsen Ognarseljari
234 404 jakup@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.