Nýtt
boð

Sethús, Hvalvíksvegur 30 og 32, Hvalvík

Hugnaligu og fjálgu sethúsini standa væl fyri í náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinarligum umhvørvi. Til ognina hoyrur eitt grundøki, ið verður nýtt sum parkeringspláss.

 

Húsini eru í trimum hæddum, og ymsar dagføringar eru loypandi framdar. Í ovastu hæddini eru tvey kømur og trappugongd. Í miðhæddini eru durur/trappugongd, baðirúm og køkur og stova í einum. Í niðastu hæddini er  kjallararúm. Niðanfyri húsini er ein hjallur, og pláss er fyri fleiri bilum á tilhoyrandi grundøkinum.

 

Hvalvík liggur væl fyri mitt í Føroyum, og kann nøkta alskyns tørvir, ið barnafamiljur, ung og gomul hava. Harímillum kann nevnast tríggir dagstovnar, nýggjur skúli, ítróttarhøll, fótbóltsvøllur og ellisheim, umframt ókeypis bussleið til borgarar í kommununi, ið koyrir millum bygdirnar í tíðarskeiðinum millum kl. 16 og 22 gerandisdagar, og tveir stórir matvøruhandlar í økinum.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. MagnussenOgnarseljari
234 400danjal@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.