Seld

Sethús, Hvalvíksvegur 68, Hvalvík

Húsini standa sera væl fyri í náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinarligum umhvørvi. Stutt er til bæði skúla og dagstovn, fótbóltsvøllin Við Margáir og til hugnaligu ánna Stórá, ið rennur gjøgnum dalin.

 

Í miðhæddini er inngongd/gongd, trý kømur, lítil trappuniðurgongd, baðirúm, køkur og stova. Í niðastu hæddini eru tvey kjallararúm, fýrrúm/vaskirúm og hjallur. Ovasta hæddin er óinnrættað.

 

Hvalvík liggur væl fyri mitt í Føroyum, og kann nøkta alskyns tørvir, ið barnafamiljur, ung og gomul hava. Harímillum kann nevnast tríggir dagstovnar, nýggjur skúli, ítróttarhøll, fótbóltsvøllur og ellisheim, umframt ókeypis bussleið til borgarar í kommununi, ið koyrir millum bygdirnar í tíðarskeiðinum millum kl. 16 og 22 gerandisdagar, og tveir stórir matvøruhandlar í økinum.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. Magnussen Ognarseljari
234 400 danjal@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.