Seld

Sethús, Hvítakletsvegur 12, Eiði

Talan er um eini snøgg og vælhildin hús ovarlaga í bygdini. Húsini standa í friðarligum, barnavinarligum og náttúruvøkrum umhvørvi við góðum útsýni yvir bygdina, høgu hábærsligu fjøllini og suður ígjøgnum Sundalagið.

Húsini eru í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini er durur / trappugongd, hjallur, vesi, gongd, køkur, tvær stovur, kamar við egnum baðirúmi og bilhús.

Í niðaru hæddini er trappugongd / gongd, fýrrúm, trý kømur, baðirúm, vaskirúm og kjallararúm undir bilhúsinum. Frammanfyri og niðanfyri húsini er garður. Stutt er til skúla og frítíðarskúla.

Eiðis kommuna er væl fyri við góðum umstøðum til bæði ung og gomul, har er lutfalsliga nýggjur skúli, ítróttarhøll, dagstovnur, eldrasambýli, fótbóltsvøllur og í stóra góða Hólmahúsinum við vøllin, ið kann nýtast til ymisk tiltøk, er eisini venjingarmiðstøð, ið bygdafólkið kann nýta.                                                                                                     


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. Magnussen Ognarseljari
234 400 danjal@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.