Talan er um eini eldri hugnalig sethús í trimum hæddum, ið liggja væl fyri í friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi nærindis sjóvarmálan og við góðum útsýni yvir vágna.
Í miðhæddini eru durur, trappugongd, spísistova, køkur og stova. Í ovaru hæddini eru trappugongd, trý kømur, eitt goymslurúm og baðirúm. Í niðastu hæddini er kjallari.
Við síðuna av húsinum er bilhús, sum er í gerð, parkeringspláss og bøur.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.