Sethús, Í Húsgarði 18, Trongisvágur

Talan er um eini stór sethús í tveimum hæddum, ið standa við blindan veg í veðurgóðum býlingi í Trongisvági við útsýni út á allan fjørðin. Til ognina hoyrir innkoyring, grasfløta og parkeringspláss. Á parkeringsplássinum er sokkul/veggir stoyptir til at gera møguligt bilskýli/carport.

Á ovaru hæddini er ognin innrættað við vindfangi/duri, gestavesi, gongd, køki, spísistovu, stovu, tveimum kømrum, hjúnakamari, baðirúmi, hjalli og trappuniðurgongd. Í niðaru hæddini er ognin innrættað við gongd/duri, fýrrúmi/arbeiðsrúmi, vaskirúmi, køki/stovu í einum, kamari og einum oljukjallara/kjallararúmi.

Ognin er staðsett í barnavinarligum umhvørvi og er sera stutt til eitt nú skúla, stovnar, handils og ítróttarøkið við Stórá.

Vegleiðandi plantekning er tøk at heinta saman við sølutilfarinum.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurOgnarseljari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.