Nýtt
boð

Sethús, Jákup Nolsøes gøta 20, Tórshavn

Sera hugnalig sethús við snøggum hava niðan fyri húsini. Møguleiki er at gera eina íbúð í niðastu hæddini.

Húsini eru í trimum hæddum. Í niðastu hæddini er durur, trappugongd / uppihaldsrúm, kamar, vesi, brúsurúm, fýrrúm og hjallur. Í miðhæddini er durur, gongd / trappugongd, baðirúm og køkur og stova í einum v/atgongd út á altan. Í ovastu hæddini er trappugongd og tvey kømur.

Húsini standa sera væl fyri tætt við miðbýin. Stutt er til handils og oman í býin.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.