Seld

Sethús, Jóannesar Paturssonar gøta 39, Tórshavn

Talan er um eini stór endaraðhús við sera góðari staðseting í Tórshavn. Ognin er í trimum hæddum. Í ovastu hæddini eru køkur- og stova í einum, gongd, tvey kømur, harav annað hevur útgongd til altan. Tvey baðirúm og trappugongd. Í miðhæddini  eru gongd, køkur- og stova í einum, baðirúm, gongd, køkur og stova í einum, kamar, baðirúm og trappugongd. Í niðastu hæddini eru gongd og køkur  og stova í einum. Tvey kømur og eitt baðirúm.

Til ognina hoyrir eitt stórt privat parkeringspláss, ið rúmar fleiri bilum umframt eitt bilhús við atgongd beinleiðis frá vegnum. Úr ovastu hæddini er gott útsýni yvir býin og havnarlagið.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus Herdalur Ognarseljari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini. +298 23 44 07 magnus@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.