Talan er um eini sethús í trimum hæddum, sum hava sera góða staðseting í hugnaligum umhvørvi miðskeiðis í bygdini. Stutt er til eitt nú skúla, dagstovn, ítróttarøki og handlar.
Á ovastu hæddini eru húsini innrættað við trappugongd/gongd, goymslurúmi / klædnarúmi, baðirúmi og fýra kømrum. Á miðhæddini eru gongd/tappugongd, køkur og 2 stovur.
Í niðastu hæddini eru 5 kjallararúm.
Niðanfyri húsini er stórt úthús í tveimum hæddum, og runt ognina er garður/havi.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.