Talan er um eini eldri sethús, sum standa sera væl fyri á sólsíðuni í Klaksvík. Húsini eru í trimum hæddum, og í niðastu hæddini er íbúð.
Miðhæddin er innrættað við inngongd, baðirúmi, køki og tveimum stovum.
Ovasta hæddin er innrættað við hjúnakamari, 3 kømrum og einum baðirúmi.
Í niðastu hæddini er íbúð innrættað við inngongd, gongd, køki, kamari og baðirúmi. Harumframt er eisini eitt vaskirúm í niðastu hæddini
Omanfyri ognina er stór grasfløta, og runt húsini er tún.
Húsini standa væl fyri, tætt við teir møguleikar, ið eru í nærumhvørvinum, so sum ítróttaøki, skúla, dagstovn, frítíðarítriv, innkeyp, matstøð o.a.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.