Nýggjur
prísur

Sethús, Klokkaragøta 21, Tórshavn

Stór, rúmlig og leypandi dagførd sethús í trimum hæddum. Fleiri umfatandi umvælingar eru framdar í húsinum, og húsini standa avbera væl fyri í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi í vældámdum býlingi í Eysturbýnum - tætt við alskyns hentleikar.

Talan er um eini stór sethús, ið eru innrættað soleiðis. Í ovastu hæddini er trappugongd, baðirúm, fýra kømur og køkur og stova í einum. Í miðhæddini er durur, trappugongd, køkur, stova v/atgongd á altan, baðirúm og tvey kømur.
Í niðastu hæddini er durur, køkur og stova í einum, baðirúm, vesi, goymslurúm, trý kømur og vaskikjallari.

Skúli, farstøð, venjingardepil, matstovur og handlar liggja í økinum. Skjótt er at ganga oman í góða og livandi miðbýin, ið er karmur um fjølbroytt mat- og mentanarlív.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.