Seld

Sethús, Krávegur 20 og 22, Vágur

Talan er um eini sethús vestarlaga í Vági, sum standa sera væl fyri. Ognin er í trimum hæddum og harafturat er hjallur. Sum heild er ognin í vánaligum standi og treingir til eina heildarumvæling.


Í ovaru hæddini eru fimm kømur, gongd og vesi. Í miðhæddini er ávíst niðurtøku-arbeiði farið fram, og hæddin er nú opin við gongd v/trappu og einum stórum opnum rúmi. Í niðastu hæddini er kjallararúm.


Húsini standa sera frítt fyri við góðum útsýni út á fjørðin og vestur á Eiði. Barnagarður er tætt við, og stutt er til Magn, fótbóltsvøll og ítróttarhøll.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus Herdalur Ognarseljari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini. +298 23 44 07 magnus@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.