Talan er um eini hugnalig sethús í trimum hæddum, ið hava góða staðseting miðskeiðis í bygdini.
Í miðhæddini er durur / trappugongd, stova, spísitova, køkur, millumgongd / goymslurúm og baðirúm. Í ovastu hæddini er trappugongd, tvey kømur, tvey goymslurúm og hjallur. Kjallarahæddin er ikki innrættað, og verður nýtt sum kjallari / fýrrúm – úr miðhæddini er lúka niður til kjallaran.
Runt ognina er stoypt tún, urtagarður, terrassa og eitt úthús hoyrir til ognina.
Frá ognini er stutt til handils, bensinstøð, matstøð og fleiri almenn parkeringspláss eru nærindis
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.