Talan er um eini hugnalig sethús í trimum hæddum, ið vórðu bygd í 1936. Húsini eru staðsett í einum friðarligum og veðurgóðum umhvørvi miðskeiðis í býnum, og hava stóran hugnaligan hava við trøum, runnum og grasvølli.
Í miðhæddini eru tveir durar, trappugongd, baðirúm, kamar og køkur / stova. Í ovastu hæddini eru trappugongd, trý kømur, baðirúm, rúm við te-køki og eitt óinnrættað rúm. Í niðastu hæddini er lágur kjallari / fýrrúm / arbeiðisrúm. Eisini er ein skúrur / úthús í havanum.
Stutt er til alskyns hentleikar í býnum, gott bussamband er og skjótt er at spáka oman í miðbýin.
Matr.nr. 1036 Tórshavn, ið er 141 m2 til støddar, harav er 87 m2 lagt av til veglut, fylgir við í søluni.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.