Talan er um sethús í tveimum hæddum, ið standa væl fyri í vesturbýnum, tætt við skúla, dagstovnar og handlar.
Í ovaru hæddini eru durur, baðirúm, køkur/stova, tvey kømur, har eina kamarið hevur atgognd til egið baðirúm.
Niðara hæddin er innrættað við duri/gongd, trappugongd, tveimum kømrum, baðirúmi, einum goymslurúmi og vaskirúmi/fýrrúmi. Harumframt er eitt annað goymslurúm undir altanuni.
Eisini eru fleiri parkeringspláss og ein havi runt húsini.
Umhvørvið er við Landavegin, men tó er friðarligt og barnavinarligt. Tað er bert eitt hanagleiv til alskyns hentleikar, so um skúla, miðnámsskúla, dagstovn, handlar og eisini er stutt oman í býin.
Tað er sera gott busssamband.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.