Talan er um eini hugnalig hús í trimum hæddum við stórum bilhúsi bygt uppí. Húsini standa væl fyri á stórum grundøki í hugnaligum, friðarligum og barnavinarligum umhvørvi miðskeiðis í bygdini, og stutt er til skúla og dagstovn.
Í ovastu hæddini er trappuuppgongd/gongd, trý kømur umframt eitt lítið kamar, ið verður nýtt sum klædnarúm.
Í miðhæddini er gongd/trappuuppgongd, baðirúm, køkur og stova í einum við útgongd til eina stóra terrassu.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.