Sethús, Leitisvegur 1, Glyvrar

Sera snøgg, ljós og hugnalig sethús, sum standa væl fyri á Glyvrum, við góðum útsýni yvir Skálafjørðin.  

Runt húsini er stórt øki við flottum og vælrøktaðum urtagarði, grasfløtu og góðum útigólvi.

Húsini eru í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini er trappugongd / gongd, køkur / borðstova, 2 stovur, havastova - úr stovum er útgongd út á frálíkt útigólv, durur / millumgongd, vesi, hjallur, gongd, skrivstovukrókur, baðirúm, 2 kømur og hjúnarúm við egnum baðirúmi. Í niðaru hæddini er durur, gongd / trappugongd, 2 kømur, baðirúm, fýrrúm, vaskirúm / vásakøkur, venjingarhøli og arbeiðsrúm / kjallari við egnari útgongd

Frálík atkomuviðurskifti eru við góðari parkering. Harafturat er bæði stórt og gott bilskýli og bilhús.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredson Olsen
Jákup Alfredson Olsen Ognarseljari
234 404 jakup@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.