Talan er um eini snøgg arkitektteknaði sethús, ið hava avbera gott útsýni yvir sund og landslag.
Í niðaru hædini eru durur/trappugongd, fýrrúm/vaskirúm, køkur, stova v/atgongd út á altan, baðirúm, kamar og rúm, har møguleiki er at gera baðirúm. Í ovaru hæddini trappugongd, loftstova v/atgongd út á altan, baðirúm og fýra kømur, harav kamarið á kvistinum hevur klædnarúm.
Húsini standa frítt og væl fyri, í einum friðarligum og barnavinarligum umhvørvi. Bygdaskúli og spælipláss eru nærindis, og stutt er í haga og í fjørðu. Eisini er skjótt at leggja leiðina til Klaksvíkar við bili ella bussi, har alskyns hentleikar eru í býnum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.