Talan er um eini snøgg hús í tveimum hæddum, við góðum útsýni yvir bygdina og fjørðin. Húsini standa í friðarligum umhvørvi við blindan veg, og stutt er til spælipláss og dagrøkt.
Í ovaru hæddini er durur, vesi, køkur og stova í einum, stórur vásakøkur, hjúnakamar við baðirúmi, og havastova v/atgongd út á altan. Í niðaru hæddini eru trý kømur, klædnarúm, vaskirúm, baðirúm, tónleikastudio og kjallararúm.
Uttanfyri húsini er snøgt við terrassu, hava, bilskýli og flísløgdum túni við plássi fyri fleiri bilum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.