Hugnalig og vælhildin hús, sum standa sera væl fyri í friðarligum, barnavinarligum og hugnaligum umhvørvi í Sørpum. Gott útsýni er yvir bygdina.
Í ovaru hæddini eru gongd, vesi, trappuniðurgongd, baðirúm, tvey kømur, hjúnarúm við klædnarúmi/stórum skápi, køkur og stova. Í niðaru hæddini eru trappuuppgongd / gongd, tvey kømur, fýrrúm / vaskirúm og byrjað er at innrætta restina av kjallaranum, har ætlanin er at gera baðirúm, køk og stovu.
Rundan um húsini er havi og tún, við plássi fyri bilum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.