Sethús, Mammulág 1, Tórshavn

Talan er um eini serstøk og hugnalig sethús við íbúð í niðastu hæddini. Runt ognina er snøggur garður við útigólv og hava.

Húsini eru í trimum hæddum. Í miðhæddini er durur/ trappugongd, gongd, 2 kømur, baðirúm køkur og stova í einum v/atgongd út á útigólv. Í ovastu hæddini er trappugongd, uppihaldsrúm og 2 kømur. Í niðastu hæddini er trappugongd, arbeiðsrúm, vaskirúm og íbúð. Í íbúðini er durur, gongd, køkur og stova í einum, baðirúm og kamar. Harafturat er ein skúrur á 15 m2, hjallur og goymslurúm.

Húsini standa sera væl fyri beint við miðbýin, ítróttarøkið í Gundadali, viðarlundina og alt, sum ein hevur tørv á. Harafturat er sera gott busssamband. 


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.