Seld

Sethús, Marknagilsvegur 58, Tórshavn

Snøgg og hugnalig sethús í tveimum hæddum við avbera góðum útsýni yvir Nólsoyarfjørð. Húsini standa við blindan veg, og stutt er til alskyns hentleikar, so sum handil, skúlar, miðbýin, viðarlundina í Kerjum  og á Rossagøtuna.

Í niðaru hæddini er durur / gongd, trappugongd, tvey kømur, baðirúm, vaskirúm og fýrrúm. Í ovaru hæddini er trappugongd / gongd, køkur, stova, baðirúm og trý kømur.

Rundan um húsini er stórur vælhildin havi, umframt altan í ovaru hæddini á húsunum, har til ber at njóta bæði morgunsól og vesturskin afturvið góða útsýninum.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Petur Frank Holm
Petur Frank Holm Ognarseljari og metingarmaður
Petur Frank er partur av dagliga søluarbeiðinum hjá Skyn. Petur Frank ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann hevur lokið prógv sum finansøkonom. Petur Frank leggur stóran dent á at veita øllum kundum eina góða tænastu, og at øll føla seg væl og trygg í allari tilgongdini. +298 23 44 01 peturfrank@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.