Sethús, Mattalágarvegur 15, Tórshavn

Talan er um sethús í trimum hæddum, ið standa væl fyri í vesturbýnum við blindan veg. Ognin er innrættað við trimum búeindum.

Í ovastu hæddini eru trappugongd/gongd, baðirúm, køkur/stova, eitt kamar og eitt goylsurúm.

Í miðhæddini er durur, trappugongd, gongd, baðirúm, fýra kømur, køkur, stova og atgongd til altan.

Niðara hæddin er innrættað við duri, gongd, tveimum kømrum, baðirúmi, køki og stovu. Harafturat eru tvey óinnrættaði rúm ið eru brúkt til goymslurúm.

Eisini er bilhús, fleiri parkeringspláss og ein grasfløta frammanfyri húsini.

Umhvørvið er friðarligt og barnavinarligt, og bert eitt hanagleiv er til alskyns hentleikar í nærumhvørvinum, so um skúla, miðnámsskúla, dagstovn og handil.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Petur Frank Holm
Petur Frank HolmSølu- og metingarfólk
Petur Frank er partur av dagliga søluarbeiðinum hjá Skyn. Petur Frank ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann hevur lokið prógv sum finansøkonom. Petur Frank leggur stóran dent á at veita øllum kundum eina góða tænastu, og at øll føla seg væl og trygg í allari tilgongdini. +298 23 44 01peturfrank@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.