Sethús, Millum Hjalla 39, Klaksvík

Sera snøgg sethús við framúrskarandi og vøkrum útsýni yvir fjørðin, Kalsoynna og Kunoynna frá øllum trimum hæddum. Húsini, bilhús og garðar er stoypt heilt upp.  Húsini standa sera frítt fyri niðanfyri vegin.

 

Húsini eru í trimum hæddum. Í miðhæddini er durur, vesi, trappa, kamar við atgongd til baðirúm og stórt alrúm við køki og stovu og harafturat grovkøkur og spískamar. Frá grovkøkinum er atgongd til bilhúsið.

 

Í niðastu hæddini er gongd, trappa, hjúnakamar við  klædnarúmi og baðirúmi við boblibað og brúsu, tvey barnakømur, eitt óinnrættað kamar, teknikrúm og vaskirúm. Í ovastu hæddini er eitt óinnrættað loftsrúm við stórum vindeyga við útsýni yvir allan fjørðin. 

 

Túnið er sera snøgt og afturat bilhúsinum eru fleiri parkeringspláss.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredsson Olsen
Jákup Alfredsson OlsenOgnarseljari
234 404jakup@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.