Sethús, Nólsoyar Pálsgøta 28, Klaksvík

Serstøk og hugnalig ogn í trimum hæddum, ið liggur sera væl fyri mitt í býnum og út móti handilsgøtuni. Góða staðsetingin ger, at stutt er til handils, í skúla / stovn, ítrottarøki og annars allar hugsandi hentleikar. Eisini er gott útsýni yvir býin.

Í niðastu hæddini eru handils- / skrivstovuhølir, kontór / køkur / kantina, vesi og kjallararrúm / fýrrúm / vaskirúm / trappuuppgongd. Í miðhæddini er trappuuppgongd / gongd, inngongd, baðirúm, tvey kømur, køkur og stova í einum og stova. Í ovastu hæddini er trappuuppgongd / gongd, baðirúm, tvey kømur og køkur og stova í einum. Útfrá stovuni í ovastu hæddini er sergjørd fronsk altan, har útsýnið er avbera gott.

Aftanfyri húsini er stórt hugnaligt útigólv, havi og hjallur. Harumframt hoyrur eitt bilskýli eisini til ognina.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. MagnussenOgnarseljari
234 400danjal@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.