Sethúsini standa í hugnaligum umhvørvi á Velbastað og hava gott útsýni. Fyrri partur av ognini er upprunaliga frá 1850 og seinni frá 1976.
Húsini eru deild í 2 búeindir til 2 leigumál og eru partvís í trimum hæddum. Í miðhæddini er inn-gongd/trappugongd, køkur, stova, baðirúm, gongd /trappugongd, vaskirúm, ves/bað í báðum búeind-um og stova/kamar.
Í ovaru hæddini er gongd/trappugongd og fimm kømur. Í niðastu hæddini er kjallari/fýrrúm.
Sethúsini standa niðarlaga í bygdini í friðarligum og barnavinaligum umhvørvið tætt við skúla. Útsýnið er av tí fagrasta.
Eitt leigumál er í húsinum og kann halda áfram um keypari ynskir tað. Húsini treingja til ábøtur við tíðini. Fýrur er í viði og kann viðgerðast smb. kønum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.