Sethús, oman Hoydalar 23, Hoyvík

Talan er um eini væl staðsett sethús í Hoyvík við einum hugnaligum hava og fríum útsýni.

 

Húsini eru í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini eru trappugongd / gongd, baðirúm, køkur og stova í einum v/atgongd út á altan, hjúnakamar v/atgongd út á altan og kamar. Í niðaru hæddini eru durur, trappugongd / gongd, tvey kømur, køkur / vaskikjallari, baðirúm, goymslurúm og fýrrúm.

 

Húsini standa í grøna, friðarliga og barnavinarliga umhvørvinum oman Hoydalar. Spælipláss er beint við síðnar av, og annars er m.a. stutt til ansingarstovn, matvøruhandlar, skúla, ítróttarhøll, fótbóltsvøll, Svartafoss og alskyns aðrir hentleikar.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. DrangasteinOgnarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina.+298 23 44 05jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.