Talan er um eini snotilig sethús, ið standa væl fyri við blindan veg í Gundadali. Nakað av útsýni yvir býin og Nólsoynna, sólpanelir eru á takinum og íbúð í niðastu hæddini.
Í miðhæddini eru gongd, durur / trappugongd, køkur, stova við atgongd til rúm / havastovu, vesi, baðirúm og tvey kømur. Í ovastu hæddini er innrættað ovastaloft við trappugongd og tvey rúm. Í niðastu hæddini eru fýrrrúm / vaskikjallari við atgongd út, og ein íbúð, ið er innrættað við duri / gongd, køki, stovu við atgongd út í havastovu, baðirúm og tvey kømur.
Rundan um húsini er hugnaligur havi og garður, og almenn parkeringspláss eru frammanfyri húsini.
Umhvørvið er hugnaligt og barnavinarligt, og bert eitt hanagleiv er til alskyns hugsandi hentleikar í býnum, so sum Viðarlundina, fótbóltsvøllir, ítrottahøllir, svimjihyl, Listasavnið og oman í miðbýin.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.