Sethús, Ovari Vegur 25, Tvøroyri

Talan er um eini eldri sethús í tveimum hæddum við góðari staðseting ovarlaga í býnum. Runt ognina er tún og urtagarður og ein stór suðurvend altan við sera góðum útsýni út á fjørðin og landslagið.

Í ovaru hæddini er durur/gongd, køkur, trý kømur, baðirúm, stova v/útgongd á altan og trappuniðurgongd. Í niðaru hæddini er gongd, baðirúm, kamar, hjúnarkamar, kjallararúm og kjallari/vaskikjallari v/útgongd til tún.

Til ognina hoyra trý parkeringspláss omanfyri á vegnum og gøta fer framvið ognina soleiðis, at stutt er til gongu oman til handils og skúla


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurOgnarseljari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.