Nýtt
boð

Sethús, Sævareingir 7, Skálavík

Talan er um ein hugnalig og nakað dagførd sethús, við fleiri ymiskum møguleikum.
Húsini standa í friðarligum og barnavinarligum grannalagi í náttúruvøkru Skálavík.
 
Húsini eru í trimum hæddum og standa á einum grundøki á 762 fermetrar. Húsini eru innrættað soleiðis: Í ovastu hæddini eru trappugongd, gongd, fýra kømur og baðirúm. Í miðhæddini eru inngongd, gongd, trappugongd, baðirúm, køkur og stova. Hartil er goymslurúm/vaskirúm. Í niðastu hæddini er kjallari/fýrrúm.
 
Av tí at talan er um kommunala fastogn til sølu, mugu krøvini í kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn haldast. Talan er m.a., at tilboð um keyp skulu vera skrivlig, innkomin tilboð eru í trúnaði, til ognin er seld, at ognin má ikki verða seld fyrr enn í minsta lagi 14 dagar eftir, at sølan hevur verið lýst fyrstu ferð, og at kommunan kann havna øllum innkomnum tilboðum. 

Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Ove Vitalis
Ove Vitalis Ognarseljari og metingarmaður
Ove er knýttur at Skyn hópinum og er partur av dagliga søluarbeiðinum hjá Skyn. Ove tekur sær av virðismetingum og sýnir ognir fram. Hann hevur drúgvar royndir innan sølu. Royndir hansara stava frá fleiri størri fyritøkum so sum olju-, flog- og samskiftisvinnuni bæði í Føroyum og uttanlands. Ove leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg væl og trygg í allari tilgongdini. +298 22 47 47 ove@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.