Talan er um eini hugnalig sethúsini við góðum útsýni, ið hava góða staðseting á Selatrað, har m.a. er skótahús og viðarlund.
Húsini eru í tveimum hæddum, harumframt er eisini tilbygningur í tveimum hæddum.
Í ovaru hæddini eru tvær inngongdir, vesi, gongd, tvær trappugongdir til niðaru hæddina, køkur, stór og rúmlig stova, hjallur og somuleiðis er stórt rúm í ovaru hædd í tilbygningi í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini eru inngongd, kjallararúm, trappugongd til ovaru hæddina, gongd, baðirúm, fýra kømur, vaskikjallari, rúm undir inngongd, og niðara hædd í tilbygninginum.
Grundøkið er stórt, og gott pláss er at parkera bil við ognina.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.