Talan er um eini hugnalig og vælhildin sethús, ið hava sera góða staðseting í einum friðarligum og barnavinarligum umhvørvi. Ognin er staðsett ovarlaga í býnum og hevur gott útsýni yvir býin og landslagið.
Í ovaru hæddini er innrættað við gongd, køki, stovu, baðirúmi, tveimum kømurum og trappu niðurundir. Í niðaru hæddini eru gongd, baðirúm, tvey kømur og kjallararúm. Harumframt er eisini eitt bilhús og hjallur.
Í túninum er parkeringspláss, og annars er stutt frástøða til alskyns hentleikar í býnum, so sum til dagstovn, skúla, handlar og aðrar gerandis tænastur. Staðsetingin gevur góðar umstøður bæði til barnafamiljuna, parið ella tey, sum ynskja at búgva miðskeiðis í Klaksvík við náttúruni beint uttanfyri dyrnar. Ognin hevur eina klassiska føroyska sniðgeving og er væl innrættað við góðum møguleikum at seta sín egna dám á heimið. Her fært tú eina góða samanseting av friði, góðari staðseting og vøkrum útsýni.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.