Talan er um eini sethús í trimum hæddum, ið hava hugnaligan hava og standa miðskeiðis í býnum, so skjótt er at leggja leiðina oman í miðbýin ella Sandagerð.
Í ovastu hæddini eru trappugongd, baðirúm og tvey kømur. Í miðhæddini eru durur, trappugongd, køkur, stova og hjallur. Í niðastu hæddini er durur/gongd, trappugongd, køkur, stova, baðirúm og fýrrúm.
Rundan um húsini er havi, og tún við plássi fyri einum bili.
Húsini treingja til ábøtur, ið loyvir einum keypara at seta egnan dám á ognina.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.