Seld

Sethús, Sjógøta 178, Tvøroyri

Talan er um eini serstakliga hugnalig eldri sethús í trimum hæddum við tilhoyrandi hjalli og urtagarði. Til ognina er stoypt niðankoyring og parkeringspláss er eisini. Runt ognina er tún og væl hildin havi við runnum, grasvølli, sólkrókum og ein á, ið rennur ígjøgnum stykkið.

Í miðhæddini er durur/trappugongd, tvær stovur, spísistova, køkur og eitt spísikamar. Trappugongd er frá køkinum niður í kjallaran.

Í lofthæddini er gongd, trý kømur, hjúnarkamar, baðirúm og eitt vesi.

Í kjallarahæddini er gongd, vaskirúm, skrivstova og kjallararúm/fýrrúm.

Frá ognini er gott útsýni og staðsetingin er náttúruvøkur. Sera góðir møguleikar eru fyri at fjálga enn meir um uttanduraøkið og stóra stykkið annars.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurOgnarseljari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.