Talan er um eini hugnalig og góð sethús í tveimum hæddum, við sera góðari staðseting mitt í bygdini. Stutt er til alskyns hentleikar, millum annað til bakara, handil, skúla og ítróttarøki.
Í ovaru hæddini eru durur, gongd, køkur, stova, tvey kømur og baðirúm. Í niðaru hæddini eru fýrrúm/vaskirúm, gongd við trappu uppá, tvey kømur og eitt goymslurúm.
Runt um húsini eru tún og havi, umframt at pláss er fyri tveimum bilum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.