Talan er um eini sethús í trimum hæddum, ið eru staðsett á einum stórum grundøki við hava, ið er niðanfyri húsini, og sum gevur góðar møguleikar til spæl og uttandura hugna í einum friðarligum og barnavinarligum umhvørvi.
Á miðhæddini eru durur, gongd, baðirúm, kamar, stova, køkur og bryggers. Á ovastu hæddini er stova og eitt kamar. Í niðastu hæddini er kjallararúm.
Staðsetingin er sermerkt, av tí at ognin liggur heilt niðri við sjóðarmálan – sethúsini standa uml. 22 metrar frá sjónum. Grundøkið er heili 865 m2 til víddar, og afturat sethúsunum, er eisini eitt bilhús á góðar 44 m2 við terrassu omaná. Harumframt eru góð parkeringsviðurskifti í túninum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.