Sethús, Skiparagøta 1, Glyvrar

Talan er um eina sermerkta ogn, sum stendur púra frítt í ótrúliga náttúruvøkrum umhvørvi. Ognin umfatar eini sethús, eina trøð, úthús og neyst.

Hugnaligu sethúsini eru í trimum hæddum og hava einastandandi vakurt útsýni yvir fjørðin. Í miðhæddini er durur, baðirúm, køkur og stova í einum og trappa. Í ovastu hæddini er trappugongd, stór stova, vesi og 2 stór kømur. Í niðastu hæddini er stór stova / kamar, vaskirúm / fýrrúm og goymslurúm. Harafturat er hjallur. Oman fyri húsini er snøgg terassa og niðan fyri húsini er garður.

Trøðin er 7.453 fermetrar til víddar.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredson Olsen
Jákup Alfredson Olsen Ognarseljari
234 404 jakup@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.