Sethús, Smillavegur 8, Vágur

Talan er um eini hugnalig eldri sethús, ið standa væl fyri í veðurgóða býlinginum ‘í Smillum’. Frá ognini er eitt hanagleiv yvir til eitt nú spælipláss, barnagarð, matvøruhandil- og eisini til ‘Trýkantin’, ið er karmur um víðagitna nýggjársbálið. Ognin verður seld, sum hon stendur við øllum verandi innbúgvi.

Á miðhædd eru húsini innrættað við duri/trappugongd og køk-alrúmi.

Lofthæddin er innrættað við gongd, fýra kømrum, hjúnarkamari og baðirúmi.

Kjallarin er upp á gamla máta, innrættaður við goymslu og fýrrúmi.

Omanfyri húsini er grasfløta og terrassa.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur

Magnus Herdalur

Skrásettur ognarmeklari

+298 23 44 07

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.